Myrtha sigur at har var einki rák í Palau Sant Jordi

Heimasíðan SwimVortex hevur verið í sambandi við fyritøkuna Myrtha sum framleiðir og setti upp svimjihylin sum nýttur varð á HM í Barcelona, og tey siga at har var einki rák.

Myrtha Pools has denied that the circulation in the temporary facility installed at the Palau Sant Jordi for the 15th FINA World Championships could have made one side of the pool “faster” than the other.

A spokesman for Myrtha told SwimVortex.com: “While it is difficult to argue against the facts with regards to the times, we are confident that there were no currents in the pool that contributed to the anomaly.”

DSC00995

Tey gjørdu ‘sirkulatiónstest’ í svimjihylinum á dag 3 og 6 í leypi av HM, har tey koyrdu ymiskt fylltar fløskur í hylin meðan hann var tómur, og síggja á video at tær fluttu so lítið og einki, og tá heldur øvut í mun til tað rákið sum tíðirnar benda á.

Hylurin er so gott sum hin sami sum nýttur varð á HM í Shanghai í 2011, har man ikki sá hesi mynstur í splitt-tíðunum. Her niðanfyri verður skipanin testað við at koyra blekk í ein hyl, og vit síggja væl hvussu tað ikki rekur runt.

Sigast skal tó, at SwimVortex í greinini heldur áfram at vísa á løgnu mynstrini í splitt-tíðum og úrslitum á HM í Barcelona. Nú er tað eitt ‘mysterie’.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.