Nes Kommuna bjóðar ókeypis svimjing á Toftum í september

Sum tit síggja á hesari plakatini sum eg tók mynd av í kvøld, so bjóðar Nes Kommuna nú ókeypis almenna svimjing í september. Klokkutíðirnar mánakvøld, mikukvøld og hóskvøld eru so vítt eg dugi at síggja sum í fjør; men sum nakað nýtt verður hylurin nú eisini hitaður eyka leygardag, við almenna svimjing frá klokkan 12 til 17. Eitt óført rørsluátak eftir mínum tykki.

Ókeypis svimjing á Toftum í september

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.