Lesið her á kvf.fo/roddin
Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen er 16 ára gomul og ættað av Tvøroyri. Í løtuni býr hon í Berstorffsminde á Fyn í Danmark, har hon gongur á eftirskúla. Guðrun hevur altíð svomið nógv, og heima á Tvøroyri venur hon við Susvim. Ein svimjilærari frá eftirskúlanum var einaferð í Føroyum og vandi Susvim, og tá hann greiddi frá um eftirskúla, fangaði hann áhugan hjá Guðrun.
– Eg fekk rættiliga stóran hug at royna eftirskúlalívið eftir vitjanina hjá René, ið er svimjilærari her á eftirskúlanum. Í byrjani hugsaði eg mest um at menna meg sum svimjara, men eg gleddi meg samstundis eisini sera nógv til at møta øðrum ungum á mínum aldri, so samanumtikið ynski eg at menna meg bæði ítróttarliga og sosialt, sigur Guðrun.
Tit kunnu lesa meira her um svimjilinjuna á Berns
Spennandi verður um Guðrun fer at seta enn fleiri føroysk met 🙂