Norðlýsið skrivar nú her um Klaksvíkar Svimjihøll, at hon vegna umvæling av umklæðingardeildini verður stongd fram til mai 2014, men at Ægir tó sleppur at halda áfram við sínum venjingum. Altso eingin almenn svimjing har norðuri í vetur, og svimjinevnd SSF boðaði hartil fyri nøkrum døgum síðani frá, at har heldur ongar svimjikappingar verða í Klaksvík í hesum svimjiári.
Hetta seinna skapar ávísar trupulleikar, við tað at ein røð av kappingum longu vóru lagdar at verða í Klaksvík í vetur, so sum landsdysturin ímóti Íslandi, meistarastevnan fyri masters (FOMM) og meistarastevnan fyri ung (MU). Upprunaligi kalendarin er tí strikaður, og ein nýggjur verður gjørdur sum vælsagtans kemur at leggja meira út til tær 25 metra hallirnar í Havn og Vági.