Viðfestur er startlistin til BankNordik-stevnu í Vági í dag, leygardagin hin 5. oktober 2013. Tey sum kappast eru úr Reysti, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag, og hartil rættiliga áhugavert einir 10 ungir svimjarar úr Naluttartut Klubbiat í Nuuk í Grønlandi. Naluttartut Klubbiat er einasta svimjifelag í Grønlandi, stovnað í 2003, og hetta er so vítt vit vita (ella minnast) fyrstu ferð yvirhøvur at grønlendingar hava vitjað okkum í svimjiørindum.
Ein annar prominentur luttakari er Pál Joensen, sum er heima eitt svipp. Hann er tilmeldaður til 16 kappingar, og fer óivað at klára seg ókey bæði ímóti føroyingum og grønlendingum.