Magnus Jákupsson kappast á Swedish Swim Games 2013 hetta vikuskiftið, har hann í dag við nýggjum persónligum meti (og stevnumeti) 52.63 vann gull í 100 metra ryggsvimjing, og síðani silvur aftur við nýggjum persónligum meti 24.03 í 50 firvald. Til samanberingar stóð føroyska metið í 50 frí (ella ‘yvirhøvur’) heilt leingi á 24.05, sum var Heini Rasmussen (silvur) á Oyggjaleikum í 1997.
Post by Daniel Skaaning.
(Stuttlig mynd hjá Daniel Skaaning av NTC-svimjarum á Swedish Swim Games 2013)
Í greinini her frá 2007 kunnu vit lesa, at Kristian Olsen hin 29. apríl 2007 fór niðurum metið hjá Heina Rasmussen frá 1. juli 1997, og at Kristian á sama FM eisini tók metið í 100 frí frá 52.94 niður á 52.49. Magnus svimur sostatt í dag skjótari 100 rygg og 50 firvald, enn nakar føroyingur hevði klárað tað í frí áðrenn FM í 2007.