Pál og Magnus gull á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

Teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson vunnu sær hvør sítt gull á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil, tá ið Pál í 800 frí svam teinin uppá 7:52.68, og Magnus 100 rygg uppá 52.62. Tíðin hjá Pál er nakað væl frá hansara bestu tíð á 7:36.24 frá Duel in the Pool stevnuni í USA í 2011, meðan tíðini hjá Magnusi er persónligt met við éinum hundraparti, í mun til hansara 52.63 frá Swedish Swim Games herfyri. Pál varð hartil nummar 4 í 200 frí, við tíðini 1:49.14, har hansara besta tíð er 1:46.61 frá EM í Rijeka í 2008, og 1:47.56 uttan superdrakt.

DML2013-Magnus-Pal

(Jákup Jacobsen eigur myndina, frá DM á langgeil í vár)

Astrið Foldarskarð og Markus Joensen royndu seg eisini í dag, fyri felagið VAT sum tey skiftu til her við svimjiársbyrjan. Astrið var í finalu í 50 frí og firvald, har hon í 50 frí varð nummar 5 við tíðini 26.92, og í 50 firvald nummar 6 við tíðini 29.09. Markus varð nummar 10 í 50 firvald við tíðini 26.37, og so seinni kolldømdur í 100 blandað fyri at svimja meira enn 15 metrar undir vatni. Astrið varð eisini nummar 7 sum partur av stafettini hjá VAT í 4×50 blandað, og Markus nummar 6 fyri somu stafett hjá monnum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.