Danska Svimjisambandið hevur nú almannakunngjørt startlistan til DM á stuttgeil, sum verður í Gladsaxe hin 14. til 17. november 2013. Ikki óvæntað eru tað fleiri føroyingar sum liggja væl fyri á listanum, til at taka heiðursmerki og koma í finalu, umframt fyri teir donsku føroyingarnar at svimja seg á danska EM-liðið. Eg havi her í tí fylgjandi skimmað ígjøgnum startlistan, at síggja hvussu føroyingarnir standa seg.
Føroyskur svimjari í Danmark til DM
Alvi Hjelm úr Ægir er so vítt eg dugi at síggja hin einasti føroyingurin sum hevur valt at fara til Danmarkar at kappast á fyrst økis-DM og síðani DM.
Alvi er styrkismettur sum nr 4 í 800 og 1500 frí, og nr 10 í 400 frí. Tað merkir so vítt eg veit at hann fer beint í finaluna í 800 og 1500, meðan hann er beint uttanfyri í 400 frí. Men har í 400 svimja teir innleiðandi, og tað er bestemt ikki langt niður til at koma í finaluna.
Føroyskir svimjarar sum venja í Danmark
Pál Joensen, Astrið Foldarskarð, Markus Joensen og Guðrun Mortensen eru svimjarar undir Svimjisambandi Føroya sum venja í Danmark til dagliga; Pál á ‘det Nationale TræningsCenter’ og Astrið og Markus í felagnum VAT, og Guðrun á Berns á Fjóni.
Pál er styrkismettur sum nr 2 í 400 og 1500 frí, og sum nr 6 í 200 frí. Bæði í 400 og 1500 er tað Mads Glæsner sum hevur betri tilmeldingartíð, og tað verður mest sannlíkt eisini millum teir báðar at slagið skal standa.
Guðrun er styrkismett sum nr 11 í 50 frí, nr 13 í 100 frí og nr 41 í 100 blandað. Har burdi verið møguleiki fyri minst eini B-finalu, um tey brúka hesar.
Astrið er styrkismett sum nr 15 í 50 firvald, nr 21 í 50 frí og nr 34 í 100 firvald. Tað verður nokk tungt at koma í finalu, um ikki tey brúka B-finalur eisini.
Markus er styrkismettur sum nr 17 í 200 blandað, 18 í 100 blandað, 23 í 200 bringu, 28 í 50 bringu og 32 í 100 bringu. Men hann hevur junioraldur, og kann tí røkka væl hægri í tí bólkinum.
Danskir svimjarar av føroyskum uppruna
Magnus Jákupsson var føroyskur svimjari inntil umleið hesa tíð í fjør, tá ið hann skifti til danskan svimjitjóðskap. Frans Johannesen hevur føroysk foreldur, men er annars uppvaksin í Danmark, og hevur allatíð hoyrt til danska svimjiumhvørvið.
Magnus er styrkismettur sum nr 1 í 100 og 200 rygg, nr 2 í 50 rygg og nr 3 í 50 rygg. Hann kemur tí alvorliga at kappast um heiðursmerki, umframt at teir báðir í 50 rygg eru bara tíggjundapart frá danska metinum. Og so er pláss á EM-liðnum hjá dønum eisini uppá spæl.
Frans er styrkismettur sum nr 3 í 400 frí, aftanfyri Mads og Pál, nr 2 í 200 frí eisini, nr 10 í 50 bringu og nr 12 í 100 frí. Hjá honum er tað óivað serliga plássið á danska EM-liðnum sum telur, og harnæst heiðursmerki.