Avstralia megnaði í dag tvær ferðir at seta heimsmet í 4×50 blandað fyri mix lið (tað eru menn og kvinnur), tá ið tey fyrst í innleiðandi svumu 1:39.08, har heimsmetið hjá Fraklandi var 1:39.54, fyri síðani í finaluni at trýsta heimsmetið niður á 1:38.02. Heimsmetið er harvið eisini farið niðurum óoffisiella heimsmetið, sum var Frakland 1:38.74 frá EM í Chartres í fjør. At tað frá Chartres ikki var skrásett sum heimsmet, komst av at FINA fyrst nú í heyst góðkendi hesa grein sum eina man kann seta heimsmet í. Liðið hjá Avstralia nú vóru Robert Hurley (rygg), Christian Sprenger (bringa), Alicia Coutts (firvald) og Cate Campbell (crawl).