USA Today skrivar her at amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte nú noyðist at avlýsa kappingar hesumegin jól – íroknað Duel in the Pool í Manchester – eftir at ein kvinnuligur fjeppari í Florida bókstaviliga rann inn í hann. Tað var ein tannáringur sum rann ímóti honum, Ryan loftaði henni men tey duttu bæði so at hann slóð knæið í ein kantstein, og sleyt harav eitt liðband umframt at forstrekkja eitt krossband. Tey vænta at hann kemur heilt fyri seg aftur, men nú er so pausa eina tíð frá bæði venjing og kapping.
Image courtesy of Toby and Tai Shan, CC BY 2.0