HS og SSF bjóða til svimjidag í Gundadali hin 16. november 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Góðu tit øll,

Leygardagin hin 16. november fer Svimjisambandið saman við Havnar Svimjifelag at skipa fyri ‘Svimjidegi’ fyri yngru svimjararnar, t.v.s. svimjarar 12 ár og yngri í skúlaaldri.

Happy kids and grown-ups after our spring 2013 swim day

SSF miðar eftir, at hava tveir slíkar dagar um árið. Í mars mánaði royndu vit av fyrsta sinni at hava Svimjidag fyri hesar yngru svimjararnar, og hóast tað tíanverri ikki lá fyri hjá øllum feløgum at koma ta ferðina, so vóru vit eini 60 børn + nøkur vaksin og vit hugnaðu okkum óført.

Eyðun Húsgarð og vinir løða vatnballón-kanónina

Tað hevur gingið eitt sindur striltið við at funnið eitt hóskandi tíðspunkt og stað at hildið Svimjidagin hesaferð, og tað er tí gleðiligt, at Havnar Svimjifelag, í sambandi við at tey fara at hátíðarhalda, at felagið fylti 75 ár í ár, hevur víðka karmarnar um hendan hátíðardagin til eisini at fevna um ‘Svimjidagin’.

Eins og í Fuglafirði, so verður fokus á at svimjararnir fáa høvið til at hugna sær saman við øðrum svimjararum úr hinum feløgunum. Í mun til Svimjidagin í Fuglafirði, har stórur partur av aktivitetunum vóru uttandura, er ætlanin hesaferð, at alt verður í Svimjihøllini í Gundadali.

DSC08266

Ætlanin er at byrja dagin kl. 12 (eftir ferðaætlanini kemur Smyril av Tvøroyri uml kl. 11.30) og so enda kl. 15, tá almenna móttøkan hjá Havnar Svimjifelagi byrjar.

Eftirsum at talan kann verða um ein ógvuliga stóran hóp, hevði tað verið gott, um tit kundu vent aftur til mín í seinasta lagi mikukvøldið 13. november við, hvørji koma at luttaka frá tykkara felagi, soleiðis at tað verður lættari at leggja dagin til rættis. Venjarar eru meir enn vælkomnir við eisini – vit fáa brúk fyri øllum góðum hondum 🙂

Vegna SSF,
Hanna í Horni

One thought on “HS og SSF bjóða til svimjidag í Gundadali hin 16. november 2013”

  1. Hanna heilsar vegna SSF: “Eftir uppskoti og ynski frá HS hava vit valt at víðka luttøkuna á Svimjidegnum hesaferð til eisini at fevna um børnini 5-6 ár.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.