Sum tit kunnu lesa her á SwimmingWorld og her á Xinhua News, so hevur kinesiska svimjisambandið nú valt at bannað Sun Yang frá allari venjing og kapping, í óavmarkaða tíð, fyri gøluna nú hann hevði koyrt og krasjað bil uttan koyrikort. Tað hevur ikki so øgiligan týdning fyri okkum beint nú, tí tað er eitt heilt ár til næsta HM … men tað svíður nokk at ikki sleppa at venja og kappast, hvørki í Kina ella uttanlanda.
Eg veit ikki um søgan er broytt, men tað eg las var, at ein bussur ið royndi at halda avstand til ein annan bil, rendi á Sun Yang ið ongan feil hevði sjálvur.. uttan smátvassi við einum koyrikorti ið ikki var 100% tí hann ikki fekk neyðugu skjølini tí hann var noyddur at fara til London at vinna 2 gull til Kina… og nú hetta… omg.
Eg havi bjóða honum at flyta til Vágs, hann umhugsar tað í løtuni :p