Pál Joensen megnaði nú seinnapartin at vinna sær bronsu í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á stuttgeil svam teinin uppá 3:46.43, aftanfyri Mads Glæsner á 3:41.81 og Anton Ørskov Ipsen á 3:45.94. Tað var Mads sum legði hart út í kappingini, við Páli og restina aftaná sær, inntil Anton yvirhálaði Pál aftaná umleið 250 metrar. Frans Johannesen varð nummar 4 við tíðini 3:48.35, og hevur tí mest sannlíkt vunnið sær pláss sum triði maður á danska landsliðnum til EM í Herning á hesum teini. Alvi Hjelm helt sítt 7. pláss í finaluni, við eini eitt sindur verri tíð enn tá ið hann vann silvur í juniorkappingini í innleiðandi riðlunum í morgun, 3:57.08. Sí úrslitalistan her.
(Pál og Alvi og teir á heiðursmerkjaskamlinum. Jákup Jacobsen eigur myndina)