Røða sum Erling Eidesgaard helt á móttøku “HS 75 ár”

Her er røðan sum HS-formaðurin Erling Eidesgaard helt í gjár, á móttøku hjá Havnar Svimjifelag í sambandi við at felagið fylti 75 ár í ár.

Havnar Svimjifelag 75 ár

“Svimjum fram yvir firðir og sund, Sigmund Brestisson høvum í huga” soleiðis kvøðir Janus Djurhuus í kenda ítróttarsanginum. Eg haldi vit av røttum kunnu staðfesta, at rættiliga nógvir av okkara stoltu svimjarum veruliga hava tikið hesi orðini til sín.

DSC01576

Góða samkoma!

8. sept. 1938 tóku nøkur skilafólk seg saman her í býnum og skipaðu felagsskap, sum hevði sum fremsta mál at fáa fólk at svimja. Felagið fekk heitið Havnar Svimjifelag. Hetta var veruliga at bróta upp úr nýggjum, tí hetta var fyrsta felag av sínum slag í Føroyum, og í dag 75 ár seinni kunnu vit fegnast yvir glæsiligu úrslitini, sum hetta felag hevur slóðað fyri.

Tað er tí við takksemi og virðing, at vit ynskja hvørjum øðrum tillukku við stóra føðingardegnum hjá Havnar Svimjifelag.

**********

Vit eygleiða tað góðveðursdagar, tá tað stendur við klettin, og vit hoyra og síggja tað við undran og virðing, tá brimið stendur í grasið. Havið er altíð nærverandi. Fjøran, har hav og land møtast, var okkara spælipláss, og havið er fyri mong okkara arbeiðsplássið. Men vit kunnu tíverri eisini vísa á nógvar syrgiligar druknuvanlukkur inni við land, og mangir av okkara landsmonnum fingu váta grøv.

**********

Úr hesum veruleikans jørðildi spretti viljin at fáa okkara ungu at læra seg at svimja. Tí var júst hetta eitt av aðalmálunum hjá svimjifeløgunum kring landið – og er tað framvegis – og fólkaskúlin tók tíbetur eisini setningin upp.

Sigast má, at væl vignaðist, ja so væl, at síðan hava Havnar Svimjifelag og hini svimjifeløgini í landinum sett sær heilt nýggj og munandi hægri mál.

**********

Latið okkum eina løtu sum hesa kaga í søgunnar bakspegil aftur til árið 1938 – árið, tá felagið, ið vit í dag hátíðarhalda, var stovnað.

Tórshavnar Skipasmiðja og B36 hava nú tvey ár á baki, og hetta heystið verður tiltikna lógin um, at undirvísingarmálið í skúlanum skal vera danskt, avtikin. Týsku nazistarnir storma fram móti jødunum í einum átaki, sum fær heitið Krystalnáttin. Í Føroyum búgva nú 25.000 fólk, og her í høvuðsstaðnum búgva uml. 4000.

**********

Svimjifeløg og svimjihylar hanga óloysiliga saman. Nýstovnaða svimjifelagið í Havn gjørdi sjálvsagt brúk av hylinum, sum varð bygdur í Gundadali fýra ár frammanundan í 1934. Hesin hylur var rættiliga spartanskur og intermistiskur, tí longu í 1949 verður hann stongdur. Sagt varð, at tað var so torført at halda hann reinan, og var hann eisini illa farin. Frá 1949 og heilt fram til 1959 var als ongin hylur í Havn.

Men hetta var tað vanliga kring alt landið. Í einari á varð ofta gjørt eitt ilt av einum hyli, har børn kundu læra seg so dánt at svimja, men fyrst og fremst var sjógvurin brúktur. Hóast tað altíð er sera kalt, so var einki annað val. Vildi ein sleppa rættiliga at svimja, so var at leypa á bláman.

DSC01566

Tí vóru eisini fyrstu kappsvimjingar á sjónum. Longu á ólavsøku í 1912 – fyri hundrað-og-einum ári síðani – var svomið kapp á fyrsta sinni, og síðan varð svomið kapp á sjónum javnan, og kanska serliga tey árini, tá eingin hylur var. Tá so hyljaumstøðurnar í landinum batnaðu, datt kappsvimjing á sjónum so gott sum niðurfyri og var sera sjáldsom í nøkur áratíggjur.

Henda táttin hevur Havnar Svimjifelag nú fyri 4 árum síðani tikið uppaftur, og kappsvimjing á sjónum er nú væl ávegis at vera fastur táttur av ólavsøkuskránni. Sami tendensur tykist breiða seg um restina av landinum, og eg tori at pástanda, at Havnar Svimjifelag hevur verið lokomotivið í hesum ráki.

Man kundi kanska freistast til at sagt, at hetta – at farið verður aftur til sjógvin at íðka – er enn eitt tekin um vantandi hyljaumstøður. Men tað hevði sjálvandi bert verið ein hálvur sannleiki. Sannleikin er tann, at svimjiítrótt og aktivitetir í vatni í heila tikið eru ein sera skjótt vaksandi ítróttargrein her um leiðir.

**********

Eg havi hug at seta tann seinasta gamla hylin í Gundadali eitt sindur í nútíðar perspektiv. Vit eru allarhelst øll samd um, at hesin uttandurahylurin, sum varð tikin í brúk í 1959 – og sum eg ikki rættiliga minnist, tí eg eri so ungur – var eitt visionert prosjekt í allar mátar. Ja, allarhelst hava tað verið mong, ið hava hildið tað verið tann reina ørskap, eins og mong seinni eisini hildu um svimjihøllina, ið vit standa í í dag. Har vóru skiftirúm, útspringstorn, hitarúm og ikki at gloyma heitt vatn at svimja í. Tað var jú tann reini ørskapur – tað sigur seg sjálvt.

Í 1959 – tá seinasti uttandura hylurin var tikin í brúk – búðu 8.000 fólk í Havn. Í dag skriva vit 2013, og tað búgva nú 20.000 fólk í Tórshavnar kommunu.

Hylurin, sum bleiv bygdur í 1959 – til hesi 8.000 fólkini – var 25 metrar langur og hevði 6 banar. Um tit hyggja út gjøgnum rútarnar her, so síggja tit, at hylurin, sum vit hava í dag, nú vit telja 20.000 fólk, er júst somu stødd – 25 metrar langur og 6 banar. Hylurin í 1959 var góða hálva millión litrar til støddar. Tað vil siga, at havnarfólk í 1959 høvdu 62 litrar í part at svimja í. Í dag hava vit 25 litrar í part.

Halda vit hetta saman við tí stóra arbeiði, ið svimjifeløg o.o. hava gjørt fyri at fáa fólk at svimja, og at helvtin av fólkinum í 1959 hevði vatnskrekk, so sær støðan í dag viðvíkjandi vatntørvi rættiliga hættislig út. So her má gerast okkurt – og tað skjótt eisini.

**********

Tá ið Havnar Svimjifelag varð stovnað í 1938 var heimsmetið í 100m frí (á langbana) hjá kvinnum 1:04 og hjá monnum 56.4. Føroysku metini í dag eru í báðum førum uml. 5 sekund skjótari enn heimsmetini, ið vóru galdandi, tá okkara 75 ára gamla felag varð stovnað. So vit hava flutt okkum langt. Tað hava heimsmetini sjálvandi eisini.

Men eg haldi, eg tori at siga, at støðið hjá okkum í dag og hjá føroyskari svimjing sum heild er munandi hægri, enn tað nakrantíð hevur verið. Vit svimja í dag frammaliga millum norðurlond og í ávísum førum eisini í heimselituni.

DSC01569

Tað er ikke reyp, men ein sannroynd, at eingin onnur ítróttargrein hevur fingið sínar íðkarar so langt fram á altjóða pallin sum svimjifeløgini. Tað er eisini ein sannroynd, at eingin onnur ítrótttargrein setir so stór krøv til venjing sum svimjingin.

Tíðliga á morgni, áðrenn nakar annar hevur fingið eygu, fara hesir ungu alvarnir til venjingar, áðrenn tey fara í skúla, og eftir loknan dag eru tey aftur at finna í hylinum til skipaða og málrættaða venjing. Treisk, tolin og sera málrættaði í venjing og lívsførslu arbeiða tey seg framá.

**********

Men Havnar Svimjifelag er eisini annað enn elitusvimjing. Felagið telur í dag tilsamans uml. 400 limir.

Vit hava svimjing fyri 5-6 ára gomul, ið læra at trívast í vatni og sjálvt kynstrið at svimja, sum enn sum áður er eitt av okkara aðalendamálum. Tað hevur alstóran týdning, at børnini klára seg, um tey detta á sjógv.

Síðan hava vit okkara sera vælumtóktu motiónslið fyri fólk frá 25 og heilt upp í 80´árini. Vit taka okkum eisini av kvøldskúla í kommununi, har vit m.a. eisini læra eldri fólk at svimja – fólk, ið onkursvegna kanska duttu niður ímillum ella bara eru eldri enn kravda svimjiundirvísingin í skúlunum.

**********

Nú er eingin lagkøka við ljósum, eg skal blása og hava eitt føðingardagsynski, men ynski hava vit kortini, sum tit longu hava skilt. Okkara føðingardagsynski er sjálvandi, at spakin skjótt verður settur í nýggja 50 metra hylin, ið kann lyfta okkum ikki bert inn í framtíðina, men eisini langt fram á leið.

**********

Tað er ikki nøktandi fyri okkum sum felag, fyri býin ella fyri landið, at okkara fremstu svimjarar leita sær í útlond, tí venjingarmøguleikarnir hjá okkum eru ov avmarkaðir og ov smáir. Hetta kunnu vit hvørki bjóða ungu spírunum, sum vit tíbetur eiga lutfalsiga nógvar av, ella okkum sjálvum.

Hendan glæsiliga svimjihøllin, ið hevur verið karmur um so nógva framgongd, er í dag um at bresta av vitjandi. Mær er fortalt, at hendan høllin er ein av mest vitjaðu hallunum í heiminum við heili 200.000 árligum gestum. Frá at hava verið ein rúmligur karmur, er høllin í dag vorðin okkara spennitroyggja. Hon er snøgt sagt alt í verðini ov lítil. Hendan vakra høllin er ikki bara spennitroyggjan hjá Havnar Svimjifelag, men eisini hjá øllum havnarfólki.

DSC01569

So her mugu tøk takast – ikki einaferð í framtíðini, men nú. Vit hava heilt einfalt ikki ráð at bíða longur

**********

Góða samkoma

Víst hava vit ynski og visiónir fyri næstu fjórðingsøldina. Vit vilja hava meira vatn til okkara limir, sum merkir eina nýggja høll við 50 m hyli, sum okkara kappingarneytar aðrastaðni hava.

Vit ynskja okkum venjingarumstøður til styrkivenjing, og vit ynskja at fáa felagshølir, ið vit orsakað av plásstroti mistu her í høllini fyri 5 árum síðani. Sum er í dag, er felagið heimleyst – vit hava hvørki adressu ella bústað. Endamálið er sjálvandi eisini at økja um okkara limaskara, og vit ivast onga løtu í, at høvdu vit nokk av vatni, so vóru vit í minsta lagi 800 limir í dag og ikki 400.

Eg havi tað álit á tykkum, ið sita við mandatinum í Tórshavnar kommunu til at betra um umstøðurnar hjá svimjandi havnarborgarum, at tit skilja truplu støðuna, nú svimjingin burturav gjørdist fólksins ítróttargrein.

Vit vænta og vóna, at politiska vælvildin ikki fer at liggja sjóvarfallið av sær.

Hjartliga vælkomin øll somul og góðan føðingardag.

Erling Eidesgaard, formaður í HS

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.