Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag
Meirilutin í Tórshavnar Býráð við borgarstjóranum á odda tekur undir við at fara undir at projektera og byggja 50 metrahyl í Gundadali skjótast gjørligt. Tað kom fram undir 75 ára hátíðarhaldinum hjá Havnar Svimjifelag, sum fór fram leygardagin í síðstu viku. Heðin Mortensen væntar, at svimjararnir kunnu loypa út í nýggja hylin um tvey ár.
(Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Erling Eidesgaard, formaður í HS, avmyndaðir undir jubileumstiltakinum leygardagin. Sigandi fyri trongu umstøðurnar hjá felagnum er, at pláss var ikki fyri málninginum, ið er 75 ára føðingardagsgáva frá svimjifelagnum Ægir úr Klaksvík. Tí mátti listaverkið eftir Livar Nysted latast kommununi í varðveitslu, til hølisviðurskiftini gerast betri.)
Tað var sera fløvandi hjá nevndini í Havnar Svimjifelag og limum tess at hoyra Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentanarnevndini, kunngera á 75 ára jubileumshaldinum leygardagin, at tey treytaleyst taka undir við at byggja ein so leingi saknaðan 50 metra hyl fyri teir hundraðtals limirnar hjá Havnar Svimjifelag, ið hava sera trong kor at íðka sín ítrótt í dag.
Býráðið hevur longu sett 10 mió. krónur av á fíggjarætlanini fyri 2013. Tað var tí gleðiligt at hoyra borgarstjóran í talu síni kunngera, at eisini peningur verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2014, sum júst er til viðgerðar í býráðnum.
Spurdur aftaná, nær svimjarar og tey, sum varða av svimjingini í høvuðsstaðnum, kunnu rokna við, at 50 metra hylurin verður liðugur, segði Heðin Mortensen, at hann væntaði um eini tvey ár.
Forkvinnan í mentarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, Helena Dam á Neystabø, ivast heldur ikki í, at tað einasta rætta er at byggja ein 50 metra hyl.
– Peningur er settur av á fíggjarætlanini hjá Tórhavnar Kommunu til at fara undir at byggja ein 50 metra hyl. Og eg veit, at bygginevndin av álvara er farin til verka at fyrireika staðseting og at orða eina byggiskrá, sum eru fyritreytir fyri einari væleydnaðari byggiverkætlan, segði Helena Dam á Neystabø.
Hon segði seg fegnast um, at Havnar Svimjifelag framhaldandi ger eitt so stórt og miðvíst arbeiði. Bæði fyri almenna svimjing fyri øll, men eisini fyri úrvalssvimjingina.
Nevndin í HS fegnast somuleiðis um greiðu útmeldingarnar hjá førandi lokalpolitikarunum í høvuðsstaðnum.
– Tað var sera upplyftandi hjá okkum í felagnum, sum hava so trongar umstøður at íðka og arbeiða undir, at hoyra bæði borgarstjóra og forkvinnuna í Mentanarnevndini lova, at arbeiðið við 50 metra hylinum umsíður fer í gongd. Hetta var tann besta føðingardagsgávan, vit kundu ynskja okkum, sigur Erling Eidesgaard, formaður í Havnar Svimjifelagi.
Áhugin millum bæði ung og gomul fyri føðingardagstiltakinum hjá HS, sum varð stovnað 8. september 1938, var stórur. Umframt móttøku fyri almenninginum við fotoframsýning, tónleiki, talum og onkrum leskiligum at drekka, har millum 2-300 fólk møttu, bjóðaði felagið morgunmat og skipaði fyri morgunvenjing. Eftir móttøkuna var ein sokallað Masters-kapping við eldri svimjarum.