Í vikuni vóru leverandørur og handverkarar, sum skulu seta upp bæði 50 m. svimjihylin og barnahylin í Vági á byggifundi.
Og nú er greitt, at farið verður undir at seta upp sjálvan 50 m. svimjihylin og barnahylin síðst í januar. Arbeiðið at seta báðar svimjihylarnar og vatnreinsianlegg verður skipað í tveimum umførum.
Fyrsta umfarið byrjar síðst í januar, tá verður alt rør-arbeiðið gjørt, vatnreinsianleggini sett upp, og fyrsti partur av hylunum báðum settur upp.
Annað umfarið av arbeiðinum verður skipað í mun til nær hinir partarnar í sjálvari svimjihøllini eru klárir, tí hetta umfarið endar við at vatn verður fylt í hylarnar báðar og klárt verður at svimja.
(Mynd av svimjihollin.com)