Nú fríggjamorgunin 6. desember byrjar árliga Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan í svimjing 2013, sum Svimjisamband Føroya hesa ferð skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fram til sunnudagin 8. desember. Viðfest er innbjóðingin sum varð send norðurlendsku tjóðunum; tað frættist at allar tilmeldingarnar eru komnar, og at tað tí ikki verður so leingi til vit kunnu síggja ein startlista. Sí eisini LiveTiming og njs2013.org.
Innbjóðingin nevnir ikki nær finalurnar eru; men sambært KVF-skránni er tað frá kl 17 til 19. So tað skal sikkurt passa.