Rókur hevur lagt nakrar feskar myndir úr høllini “Boxen” í Herning, har føroyingarnir venja undan EM kappingarnar komandi dagarnar. Sí myndasavnið her á Flickr
Ferðaliðið úr Føroyum fylgdi næstan somu rutu sum ódnin “Bodil”.
Á veg til Herning við bussi – tað er umráðandi at vera mageligur.
Føroyingarnir búgva á Østergaards Hotel.
Bjarnason undrast á at ferðaleiðarin tekur myndir ístaðan fyri at checka-inn.
Boxen rúmar nakað fleiri áskoðarar enn høllin í Gundadali.
Føroyingarnir royna hylin. Vónandi er einki órógvandi rák í hylinum.
Astrið Foldarskarð, sum hevur svomið fyri Ægir og Flot, venur í dag í Danmark.
Alvi Hjelm er næstan ikki at kenna aftur, tá hann ikki smílist 🙂
Birita og Astrið hita upp á landi.