So eru morgunriðlarnir avgreiddir hjá føroyingunum her á evropameistarastevnuni á stuttgeil, í Herning í Danmark. Astrið Foldarskarð og Eyðbjørn Joensen settu persónlig met, meðan Birita Debes og Óli Mortensen vóru eitt sindur frá sínum.
Í 50 metra ryggsvimjing fyri kvinnur bleiv Birita Debes nr 30 av 42, tíðin 28.78 eitt vet frá hennara føroyska meti á 28.51, sum hon svam á HM í Istanbul í fjør. Sí úrslitalistan her.
Í 100 metra blandaðari svimjing setti Eyðbjørn Joensen persónligt met 1:00.30, har hansara besta tið nú var 1:00.70 frá úttøkustevnuni í november mánaða. Sí úrslitalistan her.
Í 100 metra firvaldasvimjing setti Astrið Foldarskarð eisini persónlig met, tá ið hon svam teinin uppá 1:04.85, har besta tíð hjá henni til nú var 1:05.07 frá FM 2012. Sí úrslitalistan her.
Í 400 metra frísvimjing svam Óli Mortensen teinin uppá 15:34.74, har hansara besta tíð er 15:20.07 frá NJM farna vikuskiftið. Sí úrslitalistan her.