Pál Joensen megnaði nú seinnapartin at vinna sær silvurheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Duel in the Pool holmgonguni Evropa móti USA í Glasgow svam teinin uppá 7:39.69. Eitt petti aftanfyri vinnaran Michael McBroom úr USA sum svam teinin uppá 7:33.99, men tó so eisini klárt frammanfyri amerikanska Michael Klueh sum vann kappingina í 400 metra frísvimjing í gjár. Pál hevur sostatt vunnið sær tvey altjóða silvurheiðursmerki hesa seinastu vikuna, í 1500 frí á EM í Herning síðsta leygardag, og so aftur silvur í 800 frí nú á Duel in the Pool.
Annars varð endaliga úrslitið av Duel in the Pool holmgonguni millum Evropa og USA, at USA vann so tepurt sum man kann, við 132 stigum í móti 131. Hetta aftaná at kappingin endaði javnt, og tí mátti avgerast í eini eyka 4×50 blandað stafett fyri mix lið, sum USA vann við 0,2 sekundum, 1:37.17 ímoti 1:37.37, har heimsmetið hjá Russlandi frá í síðstu viku var 1:37.63. USA harvið enn ósigrað í hesum holmgongum.