Avstralska svimjilegendan Ian Thorpe varð sambært The Herald Sun innlagdur á sjúkrahúsi í Sydney í gjárkvøldi, at fáa viðgerð fyri depressión og rúsdrekkamisnýtslu. Hann hevur fyrr avdúkað, millum annað í bók, hvussu hann í síni svimjikarrieru stríddist við depressión, og er nú eftir øllum at døma fingið tilbakafall, eftir miseydnaðu royndini at koma við til OL í London í 2012.