Krista Mørkøre megnaði í morgun at vinna sær eitt silvurheiðursmerki afturat á Danish Open stevnuni fyri svimjarar við handicap, sum hevur verið í Esbjerg um vikuskiftið. Hetta tá ið hon í 100 metra firvaldasvimjing svam teinin uppá 1:32.66. Alt í alt vann Krista 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu á hesi stevnu, og setti 7 persónlig met.