Óli Mortensen megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á BankNordik-stevnuni í Vági svam teinin uppá 2:06.94. Ein øgilig betring í mun til nú fyrrverandi metið á 2:09.12, sum Magnus Jákupsson átti frá Norðurlendsku Juniormeistarastevnuni í 2010, og heldur ikki longur so øgiliga langt frá føroyska metinum á 2:03.96, sum Pál Joensen eigur frá HS-stevnu í apríl 2012. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag, og hevði áðrenn hetta 2:18.58 sum bestu tíð í 200 firvald, frá BankNordik-stevnu í Vági í 2012.