Astrið Foldarskarð megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á Danish Open 2014 stevnuni í Bellahøj svam teinin uppá 28.29 sekund. Poula Ø. Mohr átti tað nú fyrrverandi metið á 28.52, frá HM í Barcelona í 2013. Astrið bleiv nr 9 í hálvfinaluni; men verður nokk allarhelst allíkavæl millum tær 8 sum sleppa í finaluna nú seinni í stevnupartinum í dag, við tað at danir loyva í mesta lagi 2 útlendskar svimjarar í finaluna, og Astrið svimur fyri danskt felag. Sí úrslitalistan her.
(Astrið firvald á Danish Open 2014. Dan Hjelm eigur myndina)