Sum tit kunnu hoyra í ljóðbrotinum niðanfyri, so avdúkaði umboð fyri Antidoping Føroya nú sunnukvøldið í ungdómssendingini Reiðrið hjá Kringvarpið Føroya, at fyrsta føroyska dopingmál var ein kvinnuligur súkklari, ið fekk ein mánaða karantenu fyri ikki at hava tað neyðuga undantaksloyvið fyri at taka medisin. Sonevnda “TUE”.
Eg má siga akkurát sum er, at eg ikki skilji arbeiðisháttin hjá Antidoping Føroya.
Ein íðkari varð úthongdur á forsíðuni av Dimmu upp undir Oyggjaleikir, tí at onkur hevði likið upplýsingar um eitt møguligt dopingmál. Eftir øllum at døma so mikið tíðliga, at íðkarin slapp at standa til svars yvirfyri fjølmiðlunum áðrenn hon sjálv hevði frætt um dopingákæruna. Viðkomandi var við til Oyggjaleikir, so har var vælsagtans einki í tí málinum.
Í desember var so fyrsti føroyski dopingdómur, har vit ikki fáa at vita hvør tað er sum er tikin fyri doping, ella hvørja ítróttargrein sum talan er um. Nú knappliga lekur tað so allíkavæl út, í eini ungdómssending. Og klassingin er so mikið fín, at tankarnir beinanvegin fara aftur til hasa episoduna í juni, um ikki talan er um ein Rynkeby-súkklara. Tey flestu hugsa éin persón, og annars eru allir kvinnuligir súkklarar undir mistanka.
Og hvat var hetta fyri dómur, at geva einum súkklara? Tað er jú so gott sum uttan virknað, at geva súkklarum karantenu í jólaferiuni.
Undir øllum umstøðum burdi ÍSF ikki valt ta einu løtuna at siga at tey ikki vildu koma við upplýsingum, fyri nakrar mánaðir seinni at gera tað nærmast tilfeldiga. Hoyr forsetan her úr útvarpstíðindunum 14. desember 2013:
Eingin fer væl av at annar fer illa, og í hesum máli er tað garanterað líka sárt sum í so nógvum øðrum, at tað skuldi vera júst hon og so uppá hendan mátan. Vit hava jú sæð hvussu Mads Glæsner og Frans Johannesen hava verið drignir runt í maneguni, tí at teir lándu okkurt nasaspray frá mammum sínum.
Men hatta eru treytirnar, um vit meina nakað við dopingkontrol. Tú kanst ikki breggja tær av at hava eina dopingskipan, um ikki tú eisini maktar at straffa og upplýsa ’til skræk og advarsel’, tá ið onkur verður tikin. Hvør nytta er í at proklamera at viðkomandi er útilokaður frá øllum ítrótti undir ÍSF, tá ið vit ítróttir undir ÍSF ikki vita hvør viðkomandi er?
Altjóða antidoping-reglurnar siga rættiliga greitt, at ein dopingdómur eigur at kunngerast við upplýsing um ítróttargrein, hvørja dopingreglu viðkomandi forbreyt seg inná, hvør viðkomandi er, og hvussu viðkomandi dopaði seg (hvat dopingevnið ella hvør dopinghátturin vár).
Í Danmark brúka tey eftir øllum at døma at goyma navnið á tí dopingdømda, tá ið talan er um motionistar, vælsagtans tí at tað er so stemplandi at fáa dopingdóm, tá ið man jú bara er motionist. Í Brasil royndu tey at fjala navnið á onkrum heilt ungum svimjara, sum varð tikin fyri doping, tí at hann skuldi vera undir lógaraldur. Men tey brendu seg tá ið altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi navnið. Sum tey plaga.
Eg veit ikki. Hetta er sum tað er, og man má væl ganga út í frá at har er onkur meining í tí sum Antidoping Føroya ger. Men beint nú sær tað forbiðið illa út.