Lesið her á ÍSF
Fyrstu úrslitini frá stóra føroysku Svim-og-Spæl ella SOS-granskingarverkætlanin sum fór av bakkastokki í fjør eru nú kunngjørd í vísundaliga amerikanska tíðarritinum BioMed Research International.
(Image courtesy of SignalPAD, CC BY-SA 2.0)
Fyrsta greinin samanber tvey sløg av svimjivenjing har 62 kvinnur tóku lut. Talan var um kvinnur, ið ikki vanda regliliga og høvdu tekin uppá minkandi hjarta-kar heilsustøðu. Annar venjingarbólkurin svam í 1 tíma við hóvligum intensiti, meðan hin bólkurin bert framdi 6-10 intervallir (30 sekundirs spurtir) við 2 minuttum av hvíld ímillum. Báðir bólkar vandu 3 ferð um vikuna í 15 vikur.
Fyrsta vísundaliga greinin vísir, at báðir bólkar høvdu eitt stórt fall í blóðtrýsti (4-6 mmHG í systoliskum blóðtrýsti í miðal), meðan eitt fall var víst í totalum kropsfeitti (1-2 kg í miðal) og vøddamassin øktist í miðal umleið 1.5 kg. Víst varð eisini, at hjartafunktión í hvíld og kropligum arbeiði var munandi betra eftir venjing, og at bæði renni- og svimjiavrik vóru nógv betraði (13-58%).
Samstundis varð víst, at tær kvinnur, sum áðrenn kanningarnar høvdu ov høg blóðkolesterolvirðir høvdu eitt fall aftaná tær 15 vikurnar. Kanningin vísir, at bæði langtíðar- og stutt-tíðar intervalsvimjing við høgum intensiteti eru effektivir venjingarhættir at betra um hjarta-kar heilsustøðuna hjá miðalaldrandi kvinnum í ikki venja. Áhugavert er, at stutt-tíðar intervalsvimjing (bert 3-5 minuttir av effektivari svimjing) við sera høgum intensiteti hava líka stóra effekt sum hóvlig svimjing í 1 tíma.
Svimjing kann tískil tilmælast sum effektiv viðgerð av fólki við hjarta-kar-heilsu trupulleikum. Styrkin við svimjivenjing er, at venjast kann lutfallsliga hart uttan at liðir og vøddar verða strongir í líka stóran mun sum t.d. renning og styrkisvenjing. Mælt verður til, at intense intervalsvimjing er partur av tílíkari viðgerð.
Granskingarverkætlanin var framd í Føroyum sum samstarv ímillum University of Exeter, UK, Københavns Universitet, DK, , Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ìtróttarsamband Føroya.