Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, og varð hann har nummar fimm við tíðini 3:52.95: beint aftanfyri unga norðmannin Henrik Christiansen, sum við tíðini 3:52.60 setti stórt nýtt norskt juniormet.
Tað var serbiski Velimir Stjepanovic sum legði harðast út, so at hann longu aftaná 50-100 metrar var kroppslongdina frammanfyri niðurlendska Ferry Weertman og okkara Pál. Weertman svaraði aftur eina løtu við umleið 300 metrar, men dragnaði so aftur meðan Pál tá longu hevði verið noyddur at sleppa hinum báðum.
Sebastiaan Verschuren hevði ligið eitt sindur aftanfyri teir tríggjar fremstu fyrstu 2-300 metrarnar, men svaraði so aftur og kom framum Pál, tá ið móti endanum. Og Henrik Christiansen megnaði so eisini at koma framum Pál, í síðstu metrunum.
Úrslitið varð at Stjepanovic vann við 3:48.25, Weertman varð nummar 2 við 3:48.94 og Verschuren nr trý við 3:49.80. Síðani vóru tað nakrar kroppslongdir aftur til Henrik Christiansen á 3:52.60 og Pál á 3:52.95. Aftanfyri Pál vóru tað teir báðir David Brandl úr Eysturríki og Maarten Brzoskowski úr niðurlondum, sum vunnu heiðursmerki í 1500 frí í gjár.