Nú flestu av teimum stóru úttøkustevnunum eru avgreiddar fyri í vár, ber til at staðfesta at tað aftur í ár stendur heilt væl til hjá danskari svimjing, í øllum førum á kvinnusíðuni.
(Mie, Rikke, Jeanette og Pernille á EM í Herning. Photo courtesy of svoem.dk)
Sambært styrkislistunum hjá SwimVortex hava Jeanette Ottesen og Pernille Blume ávíkavist 5. og 7. bestu tíðir í 50 frí í ár, Pernille Blume hartil 7. bestu í 100 frí og Jeanette Ottesen 3. og 6. bestu í 50 og 100 firvald.
Unga Mie Ø. Nielsen hevur bestu tíð í 50 rygg í ár, og næstbestu í 100 rygg, og Lotte Friis 8. bestu í 800 frí. Tíðirnar hjá Mie Ø. Nielsen vóru nýggj norðurlendsk met.
Men allarbest stendur til hjá Rikke Møller Pedersen, sum hevur bestu (og næstbestu) tíð í 200 metra bringusvimjing í ár, næstbestu í 100 metra bringusvimjing og 7. bestu í 50 metra bringusvimjing.
Tíðirnar hjá Rikke Møller Pedersen hava verið so mikið góðar seinasta árið, at hon nú eigur 4 av 8 teimum bestu tíðunum í heiminum nakrantíð.
- 2:19.11 Rikke Møller Pedersen (DEN) HM í Barcelona 2013
- 2:19.41 Yuliya Efimova (RUS) HM í Barcelona 2013
- 2:19.59 Rebecca Soni (USA) OL í London 2012
- 2:19.61 Rikke Møller Pedersen (DEN) Eindhoven Swim Cup 2014
- 2:19.85 Yuliya Efimova (RUS) HM í Barcelona 2013
- 2:19.94 Rikke Møller Pedersen (DEN) Danish Open 2014
- 2:20.00 Rebecca Soni (USA) OL í London 2012
- 2:20.08 Rikke Møller Pedersen (DEN) HM í Barcelona 2013
- 2:20.12 Annamay Pierse (CAN) HM í Rom 2009
- 2:20.22 Rebecca Soni (USA) OL í Beijing 2008
Swimming World skýrdi hana at hava haft ‘avrikið hesa vikuna’
Danska svimjisambandið tók á farna Danish Open út 15 svimjarar til EM í Berlin sum verður í august, umframt ein afturat nakrar dagar seinni sum kláraði kravtíð á stevnu yviri í Kanada.
Á danska landsliðnum eru 10 kvinnur og 6 menn, harav tveir eru á sokallaða “Great Danes” liðnum, sum skal styrkja danska svimjing eisini á harrasíðuni.