Pál á hæddarlegu í Sierra Nevada

Pál Joensen fór í gjár til Sierra Nevada í Spania, har hann skal venja í 3 vikur á hæddarlegu saman við dønum. Hetta sum fyrireiking til EvropaMeistarastevnuna á langgeil 2014, sum verður í Berlin í august mánaða.



Danir hava sent tey á hæddarlegu sum hava klárað kravtíð til EM í Berlin, og hartil er Pál við sum føroyskur svimjari, við tað at hann til dagliga venur á úrvaldsdeplinum hjá dønum í Keypmannahavn.

Venjingardepilin í Sierra Nevada er eitt hitt mest vanliga staðið hjá evropeiskum svimjarum at fara á hæddarlegu, hóast staðið av veðurfrøðiligum orsøkum kann vera eitt sindur avbjóðandi. Tí hóast landakortið sigur at tey eru 2300 metra hædd, so kunnu sveigg í há- og lágtrýst gera at hæddin sum kroppurin kennir seg at vera í, kann sveiggja 2-300 metrar frá degi til dags.

Í løtuni er keðiligt veður har suðuri, sum kundi bent á at hæddin er kvinkað uppeftir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.