IOC stjóri: Rio 2016 fyrireikingarnar tær verstu nakrantíð, og har er eingin plan B

John Coates forseti í Australsku Olympisku nevndini og varaforseti í altjóða Olympisku nevndini verður her endurgivin fyri at siga at fyrireikarnar til Olympisku Leikirnar í Rio eru ‘tær verstu eg havi upplivað’ og ‘verri enn Athen’.



Hann hevur nú tilsamans verið seks ferðir á inspektión í Rio, og meldar nú út at Olympiska nevndin hevur verið noydd at taka fordømisleys stig til at fáa skil á, við at flyta egnar serfrøðingar til Rio at tryggja gongdina framá.

Trupulleikarnir eru millum annað at byggingin av nøkrum stadium ikki enn er byrjað, at undirstøðukervið er munandi seinkað, og at stór óvissa er um vatngóðskuna nú bara tvey ár undan leikunum. “Býurin hevur eisini sosialar trupulleikar at fáa skil á”.

Men tó so er eingin ivi um hvar leikirnir verða: The IOC has adopted a more hands on role, it is unprecedented for the IOC but there is no plan B. We are going to Rio”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.