HS masters óførir á Garpamót Íslands

Føroyskir svimjarar hava í hesum døgum luttikið á íslendsku meistarastevnuni fyri masters, við avbera góðum úrsliti. Tilsamans kappaðust tey 54 ferðir, og vunnu tá 15 gullmerki, 7 úr silvuri og 13 úr bronsu, ella tilsamans 35 heiðursmerki.

(Magni Arge fegin um sítt silvur á Garpamót Íslands 2014. Steinbjørn í Dali eigur myndina)

Mest vinnandi føroyingur vóru 67 ára gamli Eyðun Bærentsen og 35 ára gamli Jóhan Ásmundarsson, sum vunnu ávikavist 5 og 4 gullheiðursmerki, umframt hvør sítt eisini í somu liðsvimjing. Hartil vann Jóhan 3 bronsuheiðursmerki í einstaklingakapping, og báðir hvør sítt bronsu eisini í liðsvimjing.

Á kvinnusíðuni var Annika Antoniussen mest vinnandi føroyingurin við 2 gullheiðursmerkjum, umframt einari silvur í liðsvimjing. Hartil Tóra Bærentsen, sum vann 1 gull og 1 bronsu í einstaklingakapping.

(HS masters á Garpamóti Íslands 2014. Steinbjørn í Dali eigur myndina)

Føroysku svimjararnir vóru eisini skjótir í liðsvimjing, men vóru tó í so ofta kolldømd fyri tjóvstart í skiftum millum svimjarar.

Tilsamans kunnu 6 føroyskir svimjarar nú kalla seg fyri íslendskar meistarar í masters-svimjing: Eyðun Bærentsen, Jóhan Ásmundarsson, Annika Antoniussen, Jon Hestoy, Tóra Bærentsen, umframt Erling Eidesgaard fyri gott avrik í liðsvimjing.

Heiðursmerkjabýtið millum føroyingar á IMOC 2014

Svimjari (aldur) Gull Silvur Bronsa
Eyðun Bærentsen (65-69 ár) 5
Jóhan Ásmundsson (35-39 ár) 4 3
Annika Antoniussen (35-39 ár) 2
Jon Hestoy (55-59 ár) 2
HS masters menn (200-239 ár) 1 1
Tóra Bærentsen (65-69 ár) 1 1
Anida Johannesen (50-54 ár) 1 1
Leivur Michelsen (55-59 ár) 1 1
Borgny Jacobsen (40-44 ár) 1
HS masters kvinnur (160-199 ár) 1
Jens Mikkelsen (55-59 ár) 1
Magni Arge (55-59 ár) 1
Randi Holm (40-44 ár) 1
Anna Beder (55-59 ár) 1
Erling Eidesgaard (40-44 ár) 1
HS masters menn (160-199 ár) 1
Inga av Reyni (50-54 ár) 1
Sámal Olsen (50-54 ár) 1
Steinbjørn í Dali (55-59 ár) 1
Tilsamans 15 7 13

Øll úrslitini hjá føroyskum svimarum á IMOC 2014

50 firvald menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 30.47 og bronsu
55-59 ár: Jon Hestoy 33.37 og gull

50 firvald kvinnur
40-44 ár: Randi Holm 50.99 og silvur

100 bringu menn
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 1:45.16 og gull

100 bringu kvinnur
50-54 ár: Anida Johannesen 1:57.48 og silvur

50 frí menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 28.38 og bronsu
40-44 ár: Erling Eidesgaard 30.76 og nr 5
50-54 ár: Sámal Olsen 37.38 og nr 8
50-54 ár: Eyðun Húsgarð kolldømdur fyri tjóvstart
55-59 ár: Magni Arge 41.87 og silvur
55-59 ár: Leivur Michelsen 44.85 og bronsu
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 38.03 og gull

50 frí kvinnur
35-39 ár: Annika Antoniussen 31.12 og gull
40-44 ár: Randi Holm 44.56 og nr 5
40-44 ár: Borgny Jacobsen 45.63 og nr 6
50-54 ár: Inga av Reyni 43.92 og bronsu
50-54 ár: Kathrina L. Holm 51.36 og nr 5
50-54 ár: Elin Olsen 53.57 og nr 7
65-69 ár: Tóra Bærentsen 1:02.99 og bronsu

4×50 frí menn
160-199 ár: HS masters 2:01.03 og bronsu
– Jóhan Ásmundsson, Erling Eidesgaard, Eyðun Húsgarð, Jon Hestoy
200-239 ár: HS masters 2:42.43 og bronsu
– Sámal Olsen, Eyðun Bærendsen, Leivur Michelsen, Magni Arge

4×50 frí kvinnur
160-199 ár: HS masters 2:34.89 og silvur
– Randi Holm, Inga av Reyni, Anna Eidesgaard, Annika Antoniussen
160-199 ár: HS masters 3:25.81 og nr 5
– Anida Johannesen, Kathrina L. Holm, Elin Olsen, Borgny Jacobsen

50 bringa kvinnur
40-44 ár: Borgny Jacobsen 52.99 og silvur
40-44 ár: Randi Holm 54.54 og nr 4
50-54 ár: Anida Johannesen 50.91 og bronsu
50-54 ár: Elin Olsen 58.27 og nr 5
50-54 ár: Sunneva Jacobsen 1:11.11 og nr 7
55-59 ár: Anna Beder 57.14 og bronsu

50 bringa menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 39.09 og gull
50-54 ár: Sámal Olsen 50.77 og bronsu
55-59 ár: Jens Mikkelsen 49.05 og silvur
55-59 ár: Steinbjørn í Dali 52.33 og bronsu
60-64 ár: Páll Beder 52.94 og nr 4
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 46.00 og gull

200 frí menn
40-44 ár: Erling Eidesgaard 2:41.96 og bronsu
50-54 ár: Eyðun Húsgarð 2:46.39 og nr 5

100 blandað menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 1:12.54 og gull
55-59 ár: Jon Hestoy 1:21:45 og gull

4×50 blandað menn
160-199 ár: HS masters kolldømd, 2. svimjari tjóvstart
Jóhan Ásmundsson, Jon Hestoy, Anida Johannesen, Annika Antoniussen
160-199 ár: HS masters kolldømd, 1. svimjari tjóvstart
– Anna Eidesgaard, Randi Holm, Eyðun Húsgarð, Erling Eidesgaard

200 blandað menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 2:52.85 og gull

50 rygg menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 34.84 og gull
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 52.74 og gull

50 rygg kvinnur
35-39 ár: Annika Antoniussen 39.09 og gull

100 frí menn
35-39 ár: Jóhan Ásmundsson 1:03.72 og bronsu
40-44 ár: Erling Eidesgaard 1:11.48 og nr 4
50-54 ár: Eyðun Húsgarð 1:14.56 og nr 4
50-54 ár: Sámal Olsen 1:24.48 og nr 5
55-59 ár: Leivur Michelsen 1:41.73 og silvur
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 1:26.60 og gull

100 frí kvinnur
65-69 ár: Tóra Bærentsen 1:14.67 og gull

4×50 blandað menn
200-239 ár: HS masters 2:28.95 og gull
– Jóhan Ásmundsson, Jon Hestoy, Eyðun Bærentsen, Erling Eidesgaard

4×50 blandað kvinnur
160-199 ár: HS masters tjóvstart, 2. og 3 svimjari
Annika Antoniussen, Randi Holm, Anida Johannesen, Anna Eidesgaard

Um nakar undrast á aldursbólkarnar í liðsvimjing, so er hatta faktiskt rættiliga snilt. Tey telja saman aldurin á øllum fýra svimjarum, og tá ber til at hava svimjarar við úr ymiskum aldursbólkum, so leingi sum samanlagda talið passar.

Allur úrslitalistin sæst her á breidablik.is

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.