Emma Festirstein Nystrøm setti herfyri 5 nýggj føroysk met á langgeil, á Copenhagen Swim Cup 2014. Emma er flutt niður og svimur fyri Kalundborg Svømmeklub, men hoyrir í Føroyum til Havnar Svimjifelag.
Í 200 metra blandaðari svimjing svam hon fyrst innleiðandi við nýggjum føroyskum meti 2:25.57, har føroyska metið hjá Poulu Ø. Mohr frá Actavis Open 2013 var 2:26.86, og vann síðani gull í opna bólkinum við aftur nýggjum meti 2:24.62.
Emma hevði tá løtu áðrenn eisini vunnið silvur í 200 metra frí eisini, við nýggjum føroyskum meti 2:09.31 har føroyska metið hjá Victoriu Wigant Eysturdal var 2:09.63 frá NMU 2012.
Og løtu áðrenn tað hevði hon eisini sett 2 nýggj føroysk met í 100 metra bringusvimjing, við fyrst um morgunin at svimja teinin uppá 1:16.74, har føroyska metið hjá Tanju Skaalum var 1:17.08 frá NMU 2010, og síðani í finaluni at vinna silvur í tíðini 1:16.28.
So tað var bara ein góður leygardagur hjá Emmu, har í Bellahøj.
Emma luttekur á FM 2014 nú í vikuskiftinum, millum annað í 200 og 400 blandað.