FM vinnarar halda tørn

Gull-tíðirnar í FM 2014 vóru í miðal eins skjótar sum metárið í fjør. Man kundi kanska væntað at gull-tíðirnar fóru at vera spakuligari enn í fjør, tí summir av gull-vinnarunum í fjør luttóku ikki í ár og enn er langt til næstu oyggjaleikir. Tíbetur hava nýggir gull-vinnarar traðkað til, serliga Emma Festirstein Nystrøm (HS), Ásbjørg Hjelm (Ægir) og Høgni Simonsen (Susvim).


Sum vant vann Pál steypið fyri flest FINA stig í 800 frí. Hetta var 7. ári á rað hann átti besta avrik – enntá í somu grein. Tíðin hjá honum í 800 frí, 7:52.98, var tann næstbesta í eina FM kapping. Tann besta var í 2011, tá hann svam teinin við 7:51.22. Men tað sær út sum at Pál verður so smátt pressaður av Óla og Alva at svimja skjótari, tí í 200, 400 og 1500 frí setti hann stevnumet. Harumframt setti Pál stevnumet í 200 bringu og 400 blandað.

Cecilia Eysturdal úr Ægir setti stevnumet í 400 og 800 frí. Birita Debes úr Flot setti stevnumet í 50 rygg. Emma Festirstein Nystrøm (HS) setti stevnumet í 100 bringu og stevnu- og seniormet í 200 bringu. Astrið Foldarskarð úr Ægir setti stevnumet í 100 firvald. Jonna Bjartalíð Thomsen úr Ægir setti stevnumet í 400 blandað. Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti stevnu-, junior- og seniormet í 50 bringu.

Í 50 frí hjá kvinnum vóru tíðirnar ikki eins góðar sum á FM 2013 og 2012. Men hóast tað var støðið høgt.


Her eru FM úrslit í 50 frí hjá kvinnum frá útvaldum stevnum. Til ber at sortera úrslitini við at trýsta á ovasta rað. Til dømis við at trýsta á “Felag” verða úrslitini sorteraði fyri hvørt svimjifelag. Aldur (“Ald.”) er “FM” ár minus “Árg.” (árgangur).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.