Føroyska EJM landsliðið fóru í dag til Calella í Spania, at venja á langgeil fram ímóti Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing sum verður í Dordrecht í Niðurlondum hin 9. til 13. juli 2014.
(EJM-landsliðið í Calella, Rui Magalhães eigur myndina)
Tey skulu venja har í Calella frá 1. til 9. juni, og eisini royna seg á Mare Nostrum stevnunum í Canet hin 11. og 12. juni, og í Barcelona hin 14. og 15. juni 2014.
Á EJM landsliðnum eru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, og Alvi Hjelm, Ásbjørg Hjelm og Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir.
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard varð eisini úttikin til EJM landsliðið, men hevur meldað avboð.
Ferðaleiðari er Thurid Kjærbo, og venjari Rui Magalhães.