Hetta vikuskiftið verður stór svimjistevna í Monaco, har Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eisini skulu royna seg.
Talan er um fyrsta lið í sonevndu Mare Nostrum stevnunum, sum eru millum best dámdu stevnur hjá svimjarum á heimsstøði at brúka sum fyrireiking til komandi meistarastevnur.
Pál skal royna seg í 200 og 400 metra frísvimjing, Magnus í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing, og Frans í 100, 200 og 400 metra frísvimjing.
Av hesum hevur Pál besta møguleika at røkka A-finalu í 400 metra frísvimjing, og Magnus hálvfinalu í 50 metra rygg.
Skráin sæst her
Leygardag 7. juni
- Kapping 3 – 100 frí menn – Frans 52.17 (#52)
- Kapping 7 – 100 rygg menn – Magnus 55.99 (#23)
- Kapping 10 – 400 frí menn – Pál 3:51.45 (#8), Frans 3:58.38 (#23)
- Kapping 13 – 50 rygg menn – Magnus 25.63 (#12)
Sunnudag 8. juni
- Kapping 20 – 200 rygg menn – Magnus 2:03.98 (#23)
- Kapping 24 – 200 frí menn – Pál 1:50.63 (30), Frans 1:50.81 (33)
Stevnan í Monaco er nú leygardagin 7. og 8. juni 2014, og aftaná tað verður farið til Canet in Roussillon í Fraklandi mikudagin og hósdagin hin 11. og 12. juni, og til Barcelona næsta vikuskifti hin 14. og 15. juni 2014.
Magnus og Frans royna seg í Monaco og Canet, sum partur av sonevnda ‘Great Danes’ liðnum. Pál kappast í ár á øllum trimum stevnunum, har Canet bjóðar eisini 800 metra frísvimjing, og Barcelona 1500 metra frísvimjing. Føroyska EJM-landsliðið luttekur eisini í Canet og Barcelona.