Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.59 og 12. bestu tíð. Tey brúka okkurt slag av ‘útskiljings-kapping’ í finalunum, tí har eru bæði áttandaparts, fjórðings- og hálv-finalur, áðrenn endaligu finaluna nú seinnapartin.



400 metra frísvimjingin verður eftir øllum at døma avgreidd sum beinleiðis finala, sum merkir at teir 8 skjótastu ikki skuldu svimja í morgun, fyri í staðin at fara beinleiðis til skjótasta riðil nú seinnapartin. So har slapp Pál akkurát innum, við 8. bestu tíð.

Afturat hesum royndi Magnus seg í 100 metra ryggsvimjing, har hann bleiv nummar 32 við tíðini 59.13. Og Frans Johannesen royndi seg í 400 metra frísvimjing, har hann bleiv nummar 19 við tíðini 4:07.56, ella vælsagtans nummar 27 tá ið teir 8 skjótastu hava svomið nú seinnapartin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.