Pál Joensen svam seg í dag til eitt silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:50.41. Suðurafrikanski Devon Brown vann gull við tíðini 3:49.57, og eysturríski David Brandl bronsu við 3:51.20. Danski Mads Glæsner varð nummar 6 við tíðini 3:56.35. Sí úrslitalistarnar her.
Magnus Jákupsson royndi seg sum kunnugt eisini í finalu nú seinnapartin, í 50 metra ryggsvimjing. Hann hevði 12. bestu tíð aftaná innleiðandu riðlarnar í morgun, men svam so 26.71 og eitt 16. pláss nú í áttandapartsfinaluni, sum ikki rakk til fjórðingsfinaluna.