Startlistin er nú klárur til Mare Nostrum stevnuna í Canet, 12. og 13. juni, har vit millum annað síggja at Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frí.
(Kappingarhylurin í Canet. Jón Bjarnason eigur myndina)
Føroyska luttøkan er rættiliga stór í Canet, við tað at har umframt Pál eisini luttaka tey 5 á føroyska EJM-landsliðnum, og teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen sum svimja fyri danir.
Á føroyska EJM-landsliðnum eru Victoria Wigant Eysturdal, Ásbjørg Hjelm og Alvi Hjelm úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.
Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frísvimjing, og 9. bestu í 400 metra frí.
Í 800 frí eru argastu kappingarneytar á pappírinum Damien Joly úr Fraklandi og Marc Sanchez Torrens úr Spania; men longri niðri á pappírinum eru eisini franski Anthony Pannier sum vann bronsu í 1500 frí í Canet í fjør, og danski Mads Glæsner.
Í 400 frí verður Pál sambært tilmeldingartíðunum ikki at síggja í finaluni, hóast hann nú leygardagin vann silvur í Monaco. Men tað kann broytast, tí frammanfyri Pál eru millum annað Mads Glæsner og spanski Victor Goicoechea, sum svumu væl spakuligari enn Pál í Monaco. Teir hava bara betri tilmeldingartíðir, frá stevnu áðrenn Monaco.
Út yvir Pál er tað nokk bara Magnus sum kann koma í finalu, við 13. bestu tilmeldingartíð í 50 metra ryggsvimjing. Har hava tey A og B finalur, so har skuldi verið rímiliga góður kjansur, nú eini 8 sleppa í hvørja.
Men tó so verður tað spennandi at fylgja við innleiðandi riðlunum eisini; tí har eigur Óli Mortensen til dømis føroysku juniormetini í 400 og 800 metra frí, Victoria Eysturdal føroysku juniormetini í 200 og 400 frí, og Ásbjørg Hjelm føroyska juniormetið í 50 bringu.
Føroysk luttøka á Mare Nostrum í Canet …
Mikumorgun 11. juni frá kl 09:00 Canet tíð – riðlar
50 rygg: Magnus (#13)
50 frí: Victoria (#82), Eyðbjørn (#84)
400 frí menn: Pál (#9), Óli (#32), Frans (#36), Eyðbjørn (#43), Alvi (#59)
200 rygg: Magnus (#26)
100 bringa: Ásbjørg (#42)
400 blandað menn: Óli (#22)
200 frí: Victoria (#55), Ásbjørg (#60), Frans (#31), Eyðbjørn (#61), Alvi (#86)
Mikudag 11. juni frá kl 16:00 Canet tíð – finalur
Magnus kanska í 50 rygg, Pál kanska í 400 frí
Hósmorgun 12. juni frá kl 09:00 Canet tíð – riðlar
50 bringa: Ásbjørg (#38)
50 firvald: Eyðbjørn (#69)
800 frí menn: Óli (#20), Alvi (#35), Frans (#42)
400 frí kvinnur: Victoria (#37)
100 rygg: Magnus (#24)
200 bringa: Ásbjørg (#36)
100 frí: Victoria (#82), Frans (#93), Eyðbjørn (#102)
200 firvald: Óli (#28)
Hósdag 12. juni frá kl 16:00 Canet tíð – finalur
800 frí: Pál (#1)
Skrá, startlisti og sjónvarping
Skráin fyri stevnuna í Canet sæst her á marenostrumswimming
Startlistin kann takast niður her
Franska Sport+ fer at sjónvarpa frá finalunum.
Ein ørvísi uppseting av føroysku luttøkuni
50 frí kvinnur
82. Victoria Eysturdal (1998) 28.03
100 frí kvinnur
70. Victoria Eysturdal (1998) 58.59
200 frí kvinnur
55. Victoria Eysturdal (1998) 2:06.45
60. Ásbjørg Hjelm (1999) 2:07.03
400 frí kvinnur
37. Victoria Eysturdal (1998) 4:25.27
50 bringa kvinnur
38. Ásbjørg Hjelm (1999) 33.90
100 bringa kvinnur
42. Ásbjørg Hjelm (1999) 1:14.03
200 bringa kvinnur
36. Ásbjørg Hjelm (1999) 2:38.50
50 frí menn
84. Eyðbjørn Joensen (1996) 24.00
100 frí menn
93. Frans Johannesen (1992) 51.96
102. Eyðbjørn Joensen (1996) 52.20
200 frí menn
31. Frans Johannesen (1992) 1:50.81
61. Eyðbjørn Joensen (1996) 1:53.34
86. Alvi Hjelm (1996) 1:55.36
400 frí menn
9. Pál Joensen (1990) 3:51.45
32. Óli Mortensen (1996) 3:56.38
36. Frans Johannesen (1992) 3:58.38
43. Eyðbjørn Joensen (1996) 4:00.78
59. Alvi Hjelm (1996) 4:05.26
800 frí menn
1. Pál Joensen (1990) 7:50.81
20. Óli Mortensen (1996) 8:08.98
35. Alvi Hjelm (1996) 8:22.97
42. Frans Johannesen (1992) 8:37.06
50 rygg menn
13. Magnus Jákupsson (1994) 25.63
100 rygg menn
24. Magnus Jákupsson (1994) 55.99
200 rygg menn
26. Magnus Jákupsson (1994) 2:03.98
50 firvald menn
69. Eyðbjørn Joensen (1996) 25.44
200 firvald menn
28. Óli Mortensen (1996) 2:05.00
400 blandað menn
22. Óli Mortensen (1996) 4:30.51