Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrums stevnuni í Canet, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam 3:54.04 og bestu tíð av teimum 24 sum luttóku í innleiðandi riðlunum.
Hann var annars styrkismettur sum nummar 9 sambært tilmeldingartíðunum, sum akkurát ikki hevði verið nokk til finalupláss.
Danski Mads Glæsner varð sambært tilmeldingartíðunum hin 6. skjótasti; men svam í morgun 10. bestu tíð, sum merkir at hann ikki slapp í finaluna.
Magnus Jákupsson svam seg við 12. bestu tíð í 50 rygg vælsagtans eisini í finalu seinnapartin. Tey brúka skipanina við A- og B- finalum í Canet, so tað er væl ein B-finala til Magnus her.
Franska Sport+ sjónvarpar frá finalunum í Canet, seinnapartin.
Úrslitalistin frá innleiðandi 400 frí í morgun sæst her.
Føroysku úrslitini í morgun
- Magnus Jákupsson 26.25 (#12 av 53) í 50 rygg
- Victoria Wigant Eysturdal 28.84 (#82 av 87) í 50 frí
- Eyðbjørn Joensen 25.52 (#106) í 50 frí
- Pál Joensen 3:54.04 (#1) í 400 frí
- Magnus Jákupsson 2:15.05 (#31) í 200 rygg
- Ásbjørg Hjelm 1:20.14 (#39) í 100 bringu
- Óli Mortensen 4:46.29 (#22) í 400 blandað
- Victoria Wigant Eysturdal 2:13.67 (#52) í 200 frí
- Ásbjørg Hjelm 2:21.95 (#54) í 200 frí
- Frans Johannesen 1:53.98 (#37) Í 200 frí
- Alvi Hjelm 1:57.80 (#67) í 200 frí
- Eyðbjørn Joensen 1:59.56 (#84) í 200 frí