Pál Joensen varð fimtskjótastur í 800 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið teir í kvøld svumu skjótasta riðil. Tað var nokk ikki heilt sum vónað; tí hann hevði jú bestu tilmeldingartíð á 7:50.81, og tíðin 8:03.16 var eisini nokk so langt frá henni. Hinvegin rykti Óli Mortensen líka nógv fram, tá ið hann við nýggjum juniormeti á 8:13.75 svam 16. bestu tíð, í mun til sína styrkismeting sum nr 20.
Vinnarin av 800 nú varð suðurafrikanski Devon Myles Brown, sum sostatt hevur vunnið 400 frí bæði í Monaco og Canet, umframt hendan 800 í Canet. Hann svam teir 800 metrarnar á 7:54.46, meðan franski Damien Joly svam seg til silvur við tíðini 7:58.92, og spanski Marc Sanchez Torrens bronsu við 7:59.01. Altso generelt nokk so harmleysar tíðir, sum Pál hevði klárað um hann svam upp til sína tilmeldingartíð.
Aftanfyri Pál vóru á sætta plássi danski Anton Ørskov Ipsen (8:04.6/), á sjeynda plássi norski unglingin Henrik Christiansen (8:05.40), og so á áttanda plássi Mads Glæsner (8:06.77).
Úrslitalistin frá kappingini í 800 metra frí sæst her á liveffn. Tað er eitt sindur ringt at meta um gongdina, tí har mangla splitt-tíðirnar hjá teimum báðum skjótastu, og tí sæst hvussu teir valdu at disponera kappingina.