Amerikanska Katie Ledecky setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á ‘Woodlands Senior Invitational’ í Texas svam teinin uppá 15:34.23. Heimsmetið hjá henni var 15:36.53, frá HM í Barcelona í fjør. Sí SwimmingWorld
Hendan stevnan nú er ikki nøkur stevna har svimjarar vanliga toppa, so nú verður nærmast væntað at hon fer at trýsta heimsmetið enn longur niður, tá ið størri stevnur verða í summar.
Katie Ledecky set new world record in 1500 Free! 15:34.23 #TWSTInvite14 pic.twitter.com/X47wlHEs3o
— Woodlands Swimming (@swimTWST) June 19, 2014
Á meira prestigufyltu Arena Grand Prix í Santa Clara, vann Lotte Friis greitt kappingina í 1500 metra frísvimjing við tíðini 16:00.35, sum nú er triðskjótasta tíð í heiminum í ár. Tað sigur kanska eitt sindur um hvussu skjótt Ledecky svam, meira ella minni aleina í Shenandoah.