Pál gull á Øresund Triathlon í dag

Pál Joensen vann sær í dag gull á Deloitte Øresund Triathlon við Charlottenlund Fort norðanfyri Keypmannahavn, tá ið hann sum partur av liðnum “Friends of Saysky” svam 1.9 km teinin uppá 20 minuttir og 31 sekund.



Hetta var greitt skjótasta tíðin sum nakar svam handan teinin frá Charlottenlund Søbad norðureftir og aftur, har næstskjótasti í liðkappingini svam 27:11, og skjótasti í einstaklingakappingini 24:16.

Hinir báðir á liðnum vóru donsku Johnny Bay og Kasper Laumann Hartlev, har Johnny við 38+ km/t súkklaði 90 km uppá 2:42.25, enntá við einum ‘stop & go’ tá ið hann fekk ein fugl í hjólið, og Kasper sum rann 21 km uppá 1:09.44.

Samanlagt gjøgnumførdu teir hendan hálva Ironman teinin uppá 3:53.17, har næstskjótasta lið gjøgnumførdi somu rutu uppá 4:32.30, og skjótasti einstaklingur teinin uppá 4:02.12.

úrslitalistarnar her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.