Magnus Jákupsson luttók í morgun í finaluni í 50 metra ryggsvimjing á British Gas International Meet í Manchester, og varð hann har nummar fimm við tíðini 26.21 sekund.
(Magnus Jákupsson á DMK 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Bretsku Chris Walker-Hebborn, Marco Loughran og Charlie Boldison vunnu ávíkavist gull, silvur og bronsu, við tíðunum 25.56, 25.90 og 26.00 sekund.
Fyrrverandi tvífaldi heimsmeistarin í hesi grein Liam Tancock var bara 13 hundraðpartar av einum sekundi skjótari enn Magnus, við tíðini 26.08 sekund. Tað er ein sponn ella so.
Besta tíðin hjá Magnusi er 25.63 sekund í hesi grein, ið hevði verið nokk til eitt silvurmerki í Manchester. Men her kann tað hava ávirkað allar, at finalurnar vóru um morgunin.