Úrslit og myndir frá Ólavsøkusvimjingini 2014

Havnar Svimjifelag skipaði aftur í ár fyri kappsvimjing á Havnarvág, Ólavsøkuaftan hin 28. juli . Tey vóru eini 22 sum lupu á bláman, og 20 sum fullførdu teinin á góðar 400 metrar framvið Molanum, millum rampurnar báðar har úti á Molanum og inni í Krókinum.



Svimjararnir svumu sum heild væl skjótari enn í fjør, bæði til at seta met í ymiskum aldursbólkum, og persónlig met hjá hvørjum einstakum. Fyri at sitera formannin í Svimjisambandi Føroya, sum helt røðu á hugnaløtu aftaná svimjingina:

“Je føldi meg sum eina svisku við páhangsmotori”

Allarskjótast vóru Cecilia Eysturdal úr Ægir og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag, sum rukku stigan inni í Krókinum við júst somu tíð 4:55.6. Cecilia her rættiliga serstakt væl skjótari enn metið hjá kvinnum á 5:27.8, hóast hon svam í vanligari kappsvimjingardrakt, heldur enn vátdrakt. Metið hjá monnum er 4:18.0, frá 2011.

Randi Holm úr rørsluliðinum hjá Havnar Svimjifelag vann hjá kvinnum eldri enn 25 ár, við nýggjum bólkameti 8:04.4, har metið var Anja Joensen 8:44.0 frá kappingini í 2012. Og Andrass Thomsen úr HS vann hjá monnum, eisini við risastórum bólkameti 5:02.4, har metið var Remi Lamhauge 6:16.8 frá kappingini í fjør.

Kvinnur

  • Cecilia Eysturdal 4:55.6 – met
  • Vár Erlingsdóttir 5:00.4
  • Signa Vár Dávadóttir 6:46.9

Kvinnur 25 ár og eldri

  • Randi Holm 8:04.4 – bólkamet
  • Elin Olsen 8:52.3

Menn

  • Marius Gardshodn 4:55.6
  • Bartal Erlingsson 6:33.3
  • Teitur Winther 8:54.2

20140728174642- DSC00621

Menn 25 ár og eldri

  • Andrass Thomsen 5:02.4 – bólkamet
  • Janus T. Olsen 5:11.3
  • Jon Hestoy 5:25.4
  • Ólavur Paulason 5:42.9
  • Erling Eidesgaard 5:49.1
  • Remi Lamhauge 5:50.9
  • Sámal Olsen 6:12.9
  • Uni Petersen 6:22.5
  • Bergleif Sólsker 6:57.8
  • Ingi Andreasen 7:01.8
  • Leivur Michelsen 7:59.4
  • Jón Kragesten 9:43.4

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.