Komandi vikuskifti fer Cecilia Eysturdal úr Ægir at luttaka á Norðurlendsku Meistarastevnuni í svimjing, sum finska svimjisambandið skipar fyri á Vesijärvi vatninum nær Kangasala norðanfyri Helsinki.
Cecilia luttekur á báðum meistaraskapsteinum, sum eru 5.000 og 10.000 metrar. Yvirflatuhitin í Vesijärvi vatninum liggur í løtuni um 22.5 hitastig, men væntast at lækka til umleið 20 hitastig í vikuskiftinum. Vátdraktir eru sambært reglunum einans loyvdar, um hitin fer undir 20 hitastig.
Cecilia hevur rættiliga góðar royndir við Open Water svimjing, og vann bronsu á 5 kilometra teininum á NM á Amager í 2012. Hon lá tá eisini rættiliga væl fyri á 10 kilometra teininum, men varð kolldømd tí at hon fór skeivu megin eina boyu.
Síðani tá hevur hon roynt seg millum annað á evropeisku juniormeistarastevnuni í Turkalandi í fjør, har hon við tíðini 1 tími 10 minuttir og 47 sekund á 5 kilometra teinum varð nummar 22 av 25, einans 7 minuttir og 39 sekund aftanfyri vinnaran. Tann stevnan var annars hørð fyri Ceciliu, tí at hitin var so nógvur.
Her í Føroyum eigur Cecilia millum annað metið á teininum úr Havn til Nólsoyar, sum er 1 tími 7 minuttir og 48 sekund frá Nólsoyarsvimjingini í 2012. Til samanberingar er metið hjá monnum har enn 1 tími og 17 minuttir.
Nú á Ólavsøku vann Cecilia kappingina at svimja teir 400 metrarnar fram við molanum, við stórum nýggjum meti hjá kvinnum, 4 minuttir 55 sekund og 6 tíggjundapartar. Hon svam tá bara í vanligari svimjidrakt, til at royna kuldan.
Skráin hjá Ceciliu á NM 2014
Fríggjadag 8. august kl 18:00 – 5 kilometrar
Leygardag 9. august kl 12:00 – 10 kilometrar
Heimasíða hjá fyriskiparunum
http://kuohu.sporttisaitti.com/avovesiuinnin-kisasivut/2014-avovesi-sm-ja-pm/
Innbjóðing á enskum
http://kuohu.sporttisaitti.com/@Bin/355751/Invitation+for+Open+Nordic+Championships+Open+Water+Swimming+2014.pdf
Yvirflatuhiti í Finnlandi
http://wwwi2.ymparisto.fi/i2/90/twlx2/tanaan_en.html
Forsøgn yvirflatuhiti í Vesijärvi
http://wwwi2.ymparisto.fi/i2/14/l142411001y/wqen.html