Pál millum favorittarnar á EM í Berlin

Pál Joensen er millum favorittarnar á EM 2014 í bæði 800 og 1500 metra frísvimjing, sambært tí fyribils startlista sum varð givin leiðarum á tekniska fundinum í Berlin í dag. Í 800 metra frísvimjing liggur hann til eitt bronsuheiðursmerki, og í 1500 metra frísvimjing til eitt fjórðapláss.


Hin endaligi startlistin er ikki almannakunngjørdur enn – Men um ikki onkur álvarsligur feilur var í honum frá í dag, so kunnu nøvn bara detta av listanum, ella verða útskift við annan svimjara hjá viðkomandi landi.

Sambært hesum eru tað tískil serliga 5 nøvn sum fara at kappast um heiðursmerki: Teir báðir italsku Gregorio Paltrinieri og Gabriele Detti, føroyski Pál Joensen og ungarski Gergely Gyurta, og so ukrainski Sergiy Frolov.

Longur niðri á listanum eru tó onnur nøvn sum til dømis fronsku Anthony Pannier og Damien Joly, ungarski Gergo Kis, italski Samuel Pizzetti og danski Mads Glæsner, sum kanska ikki hava bestu tilmeldingartíð akkurát í ár, men sum tó plaga at kunna blanda seg upp í leikin. Og kanska onkur annar eisini, sum vit ikki kenna so nógv til enn.

Endaligi startlistin verður vælsagtans at síggja her á len.eu, kanska longu seinni í kvøld. Tað var nevniliga á fundinum í dag, at fólk kundu koma við síðstu, lógligu (tvs. ókeypis) frámelding.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.