Pál svam bestu tíð í morgun í 800 frí innleiðandi á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin. Tíðin hjá honum var 7:53.09. Hann luttók í 4. og síðsta riðli og visti tí hvussu skjótt skuldi svimjast fyri at koma í finalu. Evropamethaldarin Gabriele Detti og ungarin Gergely Gyurta løgdu harðast út. Men tað var ikki langt ímillum teir fremstu. Aftaná 500 metrar legði Pál legði seg á odda. Danin, Mads Glæsner, skuldi eisini svimja í 4. riðli, men møtti ikki upp.
Finalistarnir, ið skula svimja í morgin, eru:
- Pál Joensen (FAR) – 7:53.09
- Jan Micka (CZE) – 7:53.38
- Gabriele Detti (ITA) – 7:53.51
- Gergely Gyurta (HUN) – 7:55.34
- Gregorio Paltrinieri (ITA) – 7:55.35
- Stephen Milne (GBR) – 7:56.40
- Richard Nagy (SVK) – 7:56.74
- Ferry Weertman (NED) – 7:57.80
Hoyrdi Jón Bjarnason siga á in.fo, at Pál, hóast bert 23 ár, var tann elsti í 1500 frí finaluni, dúgaði uppá royndirnar og fór ikki ov hart út í finaluni í gjár. Well, ungarin Gergo Kis (26 ár) brendi avstað í morgun í riðli 4 í 800 frí og datt fullkomuliga saman aftaná 🙂 Hann hevur ikki svomið serliga væl í Berlin. Her eru splitttíðirnar frá í morgun: