Tað sær út til at rigga bara heilt væl hjá FINA og ávísum svimjarum, at hava World Cup stevnur á stuttgeil, beint aftaná stóru summarstevnurnar á langgeil. Í farnu viku setti ungarska Katinka Hosszu heimsmet í 100, 200 og 400 metra blandaðari svimjing, tá ið tey svumu í Doha, og nú í gjár setti hon so aftur heimsmet í 200 metra blandaðari svimjing, umframt at landsfelagin Daniel Gyurta setti heimsmet í 200 metra bringusvimjing.
Altjóða svimjisambandið FINA gevur umframt tær $1500 fyri hvørt gullheiðursmerki á World Cup, eisini bonus á $10.000 fyri hvørt heimsmet sum verður sett. Hartil eru stevnurnar bólkaðar í øki, við stórari virðisløn til tey 6 sum klára seg best í økinum (t.d. $50.000 til nr 1), og at enda er so tann stóra virðislønin á $100.000 til tann sum vinnur mest á øllum 7 stevnum tilsamans. Í fjør vann Hosszu allarmest, og fekk fyri tað $365.000 tilsamans. Til nú hevur Hosszu vunnið einar $58.500 í ár, og Gyurta $14.500.
Til ber at síggja World Cup í svimjing beinleiðis her á FINA.org
Heimsmet sett á World Cup 2014
- Doha 27/8 – Katinka Hosszu (HUN) 2:02.61 í 200 blandað
- Doha 28/8 – Katinka Hosszu (HUN) 57.25 í (innleiðandi) 100 blandað
- Doha 28/8 – Katinka Hosszu (HUN) 4:20.83 í 400 blandað
- Dubai 31/8 – Katinka Hosszu (HUN) 2:02.13 í 200 blandað
- Dubai 31/8 – Daniel Gyurta (HUN) 2:00.48 í 200 bringu
Heimsmetið hjá Gyurta var betring av hansara egna meti frá HM í Istanbul 2009, sum var síðsta HM- ella EM-stevna áðrenn sokallaðu ‘superdraktirnar’ vórðu forbjóðaðar við ársbyrjan 2010. Heimsmetini hjá Hosszu eru sum heild betring av hennara egnu met frá World Cup stevnum í Eindhoven og Berlin í fjør, ið tá vóru stevnurnar beint aftaná HM á langgeil í Barcelona.
Tað er ivasamt um nakar føroyskur svimjari fer at luttaka á World Cup stevnum í ár, nú eingin stevna longur er í Evropa, út yvir World Cup stevnan í Moskva hin 4. og 4. oktober 2014. Hinar eru út yvir nú í Doha og Dubai, í Hong Kong, Beijing, Tokyo og Singapore.
Eg náddi akkurát at posta hatta, so setti hon aftur heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, og aftur í innleiðandi riðlunum. Ka-ching !
http://www.swimmingworldmagazine.com/news/katinka-hosszu-claims-5th-world-record-of-fina-world-cup-with-100-im-barrier-breaker/