FS havsvimjing 13. september 2014

Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði nú leygardagin 13. september fyri havsvimjing á sjónum í Fuglafirði, sum partur av Mentanardøgunum har norðuri.



Svomnir vórðu tveir teinar; ein longri frá ytra arminum í bátahylinum (við Pilot), og ein stytri frá bátahylinum við Mentunarhúsið, báðir heim á sand, har málið var við Gjógvará.

Uppbýtingin gjørdist meira ella minni, at vaksin svumu langa teinin, og børn hin stytra. Í báðum førum við rættiliga stórum spenni millum skjótar og minni skjótar svimjarar, frá fólki sum svimja regluliga á sjónum, til onnur ið royndu hetta fyri fyrstu ferð.

Á langa teininum gjørdist úrslitið at Remi Lamhauge frá rørsluliðnum hjá Havnar Svimjifelag var klárt skjótastur, við Eyðuni Bærendsen sum nummar 2 ið man hava táttað í at verið aldursforseti. Poul Joensen úr Fuglafirði tók bronsusteypið.

Hjá kvinnum var Eyðfríð Vík úr Fuglafirði skjótast á longra teininum, og Elin Olsen og Anida Johannesen úr rørsluliðnum hjá Havnar Svimjifelag síðani næst- og triðskjótast.

Á stytra teininum vóru tað serliga børn úr Fuglafjarðar Svimjfelag sum svumu, og gjørdist úrslitið har at Bjarti Hoybro var skjótastur at teimum øllum, og síðani Bjartur Nón og Jákup Torsteinson næst- og triðskjótastir hjá dreingjum.

Estir Borðoy var næstskjótast av øllum og skjótasta genta, og Margretha Hansen og Sólfríð Hansen síðani næst- og triðskjótast hjá gentum.

Vinnararnir fingu stásilig steyp latin av KJ-Hydraulik.

Video frá á longra teininum

Og her frá stytra

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.