Vágaportalurin visti í morgun at siga, at nýggja Ovastevnunevndin hevur avgjørt at sleppa bindingini, at avlopið skal fara til svimjihyl í Nólsoy.
Tað var annars meira ella minni endamálið við Ovastevnuni, at virða Ova Joensen og hansara ynski um at um at fáa svimjihyl til børnini í Nólsoy.
Vit eru mong sum hava svomið um Nólsoyarfjørð, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, árini síðani tann svimjingin byrjaði, mær vitandi í 1999.
Og hasi fyrstu árini var tað mest svimjingin, regatta og kabarettin sum góvu tiltakinum stevnudám, áðrenn tað skifti til vera meira dans på brygga.
‘Hegnið’ er til samanberingar eitt heilt nýtt fyribrigdi, og tað var tí hugstoytt at hoyra nevndarlim lata innsavningina til svimjihyl hava skyldina, at tað nú í seinastuni hevur verið dýrari at fara á Ovastevnu.
Og at tað nú kann verða bíligari, tí at tey ikki longur skulu savna inn til svimjihyl.
Onkur nólsoyingur hevði longu í 2012 gott eyga til innsavningina, men vildi heldur sleppa at brúka pengarnar uppá hitapottar og líknandi. Ferðasambandið skuldi vera so gott til Havnar, at børnini í Nólsoy ikki hava brúk fyri einum lokalum hyli.
Vit fáa at síggja. Royndir og kanning hjá Svimjisambandi Føroya benda á, at tað hevur alstóran týdning fyri svimjiførleikan hjá børnum, at tey hava atgongd til svimjihyl í nærumhvørvinum.